Innanlands

Søguligur dómur væntast sagdur í dag

Málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði er til viðgerðar í Føroya Rætti. Tað hevur ikki verið gjørligt at staðfest, hvør hevur sett eyka krossin á valseðlanum

2026-02-27 06:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki komið fyri í Føroya Rætti áður - og í roynd og veru ikki í øllum ríkinum - at eitt mál um møguligt valsvik er fyri.

Harvið verður dómurin í nógva umrødda málinum um "krossin í Oyndarfirði" søgiligur, óansæð hvat:

Antin verður ein maður í Oyndarfirði sum tann fyrsti í Føroyum dømdur fyri valsvik, ella verður hann fríkendur; sjálvandi eisini sum tann fyrsti í slíkum máli.

Kunnu ikki staðfesta krossin sum elvdi til eljustríð

Frihedsbrevet skrivar frá rættinum í gjár, har fyrsti partur av viðgeðini var, at øll vitnini hava verið frammi.

Tað er ikki so nógv nýtt komið fram, men eitt, sum kann gerast umráðandi, er at teknisku kanningarnar ikki kunnu staðfesta, hvør setti kross nummar tvey.

- Hetta kemst millum annað av, at tað vað skrivað við blýanti og ikki einum penni, og tí ein krossur er so øðrvísi enn stavir - talan er bert um tvær strikur.

Tað var ikki bert ein krossur á umrødda valseðlanum, har atkvøtt varð fyri Jonhardi Danielsen. Har vóru tveir, umframt ein prikkur.

Harvið varð hesin atkvøðuseðilin ógildaður til fínteljingina í Runavík dagin eftir valið, sum ein av 16 ógildugum atkvøðum á kommunuvalinum 2024 í Runavíkar kommunu.

Hesin gjørdist tó avgerandi fyri, at Jóhan Vest úr Oyndarfirði kundi koma inn ístaðin fyri Johnard Danielsen eftir lutakast.

Ivamál komu skjótt - millum annað eftir at tað frættist, at atkvøðurnar í Oyndarfirði høvdu ligið í einum posa inni hjá valstýrisformanninum yvir náttina, áðrenn tær vórðu fluttar til Runavíkar í sambandi við fínteljingina.

Nakað sum hevur verið "vanlig mannagongd", men sum valstýrisformaðurin í rættinum, sambært Frihedsbrevet, viðgekk ikki at vera serliga smart.

Dómur fellur eftir øllum at døma í dag

Avgerðin fer mest sannlíkt at ikki í so stóran mun at vera útfrá tí tekniska, men heldur líkindaprógvum - útfrá kringumstøðum. 

Á rættarfundinum í dag hava verji og ákæri "procedure" Tað vil siga, at teir taka samanum málið. Hetta siga bæði Frihedsbrevet og Kringvarpið.

Síðani skal støða eftir øllum at døma takast til, hvør dómur skal falla í margháttiliga málinum frá kommunuvalinum í november 2024.

Meira um málið seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder