
Eftir tveir spennandi innleiðandi dagar í Norðurlandameistarakappingini fyri seyðahundar, sum verður hildin uttanfyri Trondheim í Noregi, hevur Føroyar fingið ein søguligan finaluluttakara.
Anna Sofía Fjallheim og tíkin Midge hava tryggjað sær pláss í finaluni, sum verður hildin í dag, sunnudagin 31. august.
Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna úr Føroyum hevur rokkið finaluni í NM fyri seyðahundar, og tað er eitt stórt framstig fyri føroyska luttøku í altjóða seyðahundakappingum.
Kappingin hevur savnað tey bestu liðini úr øllum Norðurlondum, og støðið hevur verið sera høgt. Finalan kann síggjast beinleiðis á netinum á sheepdogtrials.tv.
Seyðahundasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald