Uttanlands

Søgufrøðingur skal skriva ævisøguna hjá Elizabeth drotning

Sambært bretska kongshúsinum hevur Charles kongur ynskt, at ein kvinna skal skriva ævisøguna hjá mammu hansara, og hevur Anna Keay, søgufrøðingur og rithøvundur fingið uppgávuna

Elizabeth II var drotning av Stórabretlandi í tíðarskeiðnum 6. februar 1952 - 8. september 2022 (Savnsmynd)

Elizabeth II var drotning av Stórabretlandi í tíðarskeiðnum 6. februar 1952 - 8. september 2022 (Savnsmynd)

2026-04-19 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski søgufrøðingurin og rithøvundurin Anna Keay hevur fingið til uppgávu at skriva ævisøguna hjá bretsku Elizabeth drotning, sum andaðist í september 2022, upplýsir bretska kongshúsið.

Elizabeth II gjørdist 96 ára gomul og sat 70 ár á trónuni.

Sambært bretskum miðlum, m.a. The Guardian, hevur sonur Elizabeth drotning, Charles kongur ynskt, at ein kvinna skuldi skriva ævisøguna.

Anna Keay, sum er mest kend fyri at lýsa Stórabretland í tíðarskeinum 1649 til 1660, hevur eisini skrivað fleiri bøkur um bretska kongshúsið. Hon sigur, at tað er ein stórur heiður at hava fingið hesa uppgávuna.

Í sambandi vi arbeiðið at skriva ævisøguna hjá drotningini, fær Keay atgongd til bæði persónlig og almenn skjøl hjá drotningini úr kongaliga savninum. Eisini fær hon møguleika at tosa við limir í bretska kongshúsinum, og vinfólk og starvsfólk hjá drotningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder