Innanlands

So litfagurt í Gundadali

Í sambandi við Faroe Pride vikuna er ein ælabogavegur málaður uttanfyri Gundadalshøllina, har sum skrúðgongan byrjar sunnudagin

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, hjálpti til at mála (Mynd: LGBT+ Føroyar)

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, hjálpti til at mála (Mynd: LGBT+ Føroyar)

2025-07-23 23:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Gundadali er meira litfagurt enn vanligt. Í sambandi við Faroe Pride vikuna er ein ælabogavegur málaður uttanfyri Gundadalshøllina.

Hetta við íblástri úr eitt nú Reykjavík.

[object Object](Mynd: LGBT+ Føroyar)

Hann skuldi eftir ætlan verið málaður í gjár, men vegna veður varð hetta útsett til í kvøld.

Alla vikuna eru ymisk tiltøk á skránni og tað endar við skrúðgonguni sunnudagin. Byrjað verður klokkan 15 við Gundadalshøllina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder