
Grønlendskar kvinnur og gentur, sum uttan samtykki fingu ein snyril ísettan, fáa nú eina almenna umbering úr Danmark.
Tað upplýsti Mette Frederiksen, statsministari, í dag.
- Vit kunnu ikki broyta tað, ið er hent. Men vit taka ábyrgdina á okkum. Tí vil eg vegna Danmark siga orsaka, sigur Mette Frederiksen í eini fráboðan.
Talan er um eina umbering, sum kemur frá bæði danska statinum og grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut.
Talan er um mál, sum hendu fram til 1992, meðan Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum, meðan grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen biður um umbering fyri teir tilburðir, ið eru hendir eftir, at ábyrgdin kom á grønlendskar hendur, skrivar Danmarks Radio.
- Vit viðurkenna, at snyrilsmálið er orsøk til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar grønlendskar familjur, verður sagt úr danska forsætisráðnum.
Tað var serliga í 1960’unum og 1970’unum, at læknar settu snyril í kvinnur og gentur heilt niður í 13 ára aldur uttan teirra vitan til tess at avmarka fólkavøkstrinum í Grønlandi. Stór øsing stóðst, tá hetta kom fram í ljósmála.
Í 2022 setti danska stjórnin í verk eina kanning av málinum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið 1. september í ár. Men statsministarin hevur valt at biðja um umbering longu nú.
- Hóast vit ikki hava fullu myndina, so ávirkar tað stjórnina, at so nógvar grønlendskar kvinnur á einum máli boða frá, at tær hava verið fyri misnýtslu av danska heilsuverkinum, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum í dag.
Frá grønlendskari síðu hevur eitt krav um umbering ljóðað leingi. Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Muté B. Egede, hevur kalla málið fyri eitt ‘fólkadráp’.
Í 2023 kravdi Aaja Chemnitz, fólkatingslimur fyri IA, eina almenna umbering og endurgjald frá danska statinum til tær raktu kvinnurnar.
Núverandi grønlendski stjórnarleiðarin, Jens-Frederiks Nielsen, fanst í apríl at, at ongin umbering enn var komin.
- Hví er tað so trupult at biðja um umbering? Vit vita, at hatta er hent, segði Jens-Frederik Nielsen tá.
143 kvinnur hava stevnt danska statinum og krevja tilsamans 43 milliónir krónur í endurgjaldi fyri brot á teirra mannarættindi, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald