Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Havnina – og til og frá flogvøllinum.
Frá mánadegnum 1. desember verður túratalið á leið 401, sum er snarbussurin millum Havnina og Klaksvík, økt gerandisdagar, við tveimum eyka tur/retur túrum, skrivar Strandferðslan.
Umframt at túratalið er økt, verður eisini beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Havnina og flogvøllin, soleiðis at tað verður enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum við bussi, til og úr Klaksvík.
Dagførda ferðaætlanin fyri leið 401, sum sæst her, er fyribils galdandi fram til 1. mai 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald