2025-10-20 09:52

Fleiri appir og heimasíður eru í morgun raktar av tekniskum trupulleikum, skriva fleiri útlendskir miðlar, m.a. bretska BBC.
Tað er dóttirfelagið hjá Amazon, Amazon Web Services (AWS), sum veitir talgilt undirstøðukervi, sum hevur trupulleikar, og tað ávirkar fleiri appir og heimasíður.
Appir, sum eru raktar av tekniskum trupulleikum eru m.a. Snapchat, Roblox, Duolingo, Fortnite, Amazon, og Zoom.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald