Innanlands

Smyril siglir ikki seinastu túrarnar í annaðkvøld

Síðsti túrur verður av Havnini klokkan 16. Strandferðslan boðar eisini frá, at fyri veður kunnu broytingar, seinkingar og/ella avlýsingar væntast í samferðsluni í morgin, mikudagin 20. oktobur.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-10-19 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsøgnin til í morgin sær ikki so gott út, og hetta fer at ávirka samferðsluna í ávísan mun.

Strandferðslan hevur longu boðað frá, at Smyril siglur túrin av Havnini klokkan 16, men at síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. 

Harvið fella tveir teir seinastu túrarnir burtur, og Strandferðslan boðar eisini á heimasíðu sínari frá, at fyri veður kunnu broytingar, seinkingar og/ella avlýsingar væntast í samferðsluni í morgin, mikudagin 20. oktobur. Hetta er galandi fyri Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir.

Í gjárkvøldið var eisini neyðugt við nøkrum avlýsingum. Veðrið hevur millum annað eisini ávirkan á Betrideildina hjá monnum.

Les eisini: Jóansøkudysturin enn einaferð útsettur

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder