placeholder
Innanlands

Smyril siglir við avmarkaðum ferðafólkatali næstu tvær vikurnar

Av tí at MES-støðirnar verða dagførdar, hevur Smyril frá í dag bert loyvi at taka 500 ferðandi.

Arbeiðið hevur tó ikki ávirkan á sjálva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bert týsdagin 16. september og týsdagin 23. september, at túrar verða avlýstir (Mynd: Sverri Egholm)

Arbeiðið hevur tó ikki ávirkan á sjálva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bert týsdagin 16. september og týsdagin 23. september, at túrar verða avlýstir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-08 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðafólkatalið hjá Smyrli er frá í dag farið munandi niður.

Talan er tó um fyribils støðu, í sambandi við at MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar.

Strandferðslan skrivar, at hetta er galdandi fyri tíðarskeiðið 8. til 23. september: Tað vil siga frá í dag og 15 dagar fram.

Loyvda ferðafólkatalið hjá skipinum, sum skal um Suðuroyarfjørð, er í løtuni 500 fólk. 

Arbeiðið hevur tó ikki ávirkan á sjálva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bert týsdagin 16. september og týsdagin 23. september, at túrar verða avlýstir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder