Innanlands

Smyril siglir seinasta túrin fríggjadagin klokkan 18.30

Vanligi túrurin av Krambatanga klokkan 21 er avlystur, av tí at Smyril skal í dokk. Leygarmorgunin 23. august klokkan sjey tekur Galaxy yvir

Dokkingin av Smyrli fer væntandi at varða í áleið 8-10 viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dokkingin av Smyrli fer væntandi at varða í áleið 8-10 viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-20 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smyril hevur nakrar fáar dagar eftir, áðrenn skipið skal til 20 ára klassing, og Galaxy kemur inn sum avloysari.

Sí eisini: Bjóða til opið skip á Galaxy

Smyril siglir sum vanligt til og við túrin av Havnini fríggjakvøldið 22. august. Farið verður klokkan 18.30, og hetta verður seinasti túrurin hjá Smyrli á Suðuroyarleiðini á hesum sinni.

Strandferðan boðar frá, at vanligi túrurin av Krambatanga fríggjadagin klokkan 21 er avlýstur.

M/V Galaxy byrjar á leið 7 leygarmorgunin 23. august klokkan 7 av Krambatanga

Sí tillagagu ferðaætlanina hjá Galaxy her

Sí eisini: Galaxy fer av Krambatanga hvønn gerandismorgun klokkan 18

Dokkingin av Smyrli fer væntandi at varða í áleið 8-10 vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder