Innanlands

Smyril siglir aftur seinnapartin

Túrurin av Krambatanga klokkan 11.30 verður ikki sigldir. Farið verður av Havnini aftur klokkan 14.15, og seinni túrurin av Havnini er framskundaður til klokkan 20

Aftur í dag eru broytingar vegna veður á Suðuroyarleiðini, og eins og í gjár eru fýra túrar heldur enn seks túrar (Mynd: ssl.fo)

Aftur í dag eru broytingar vegna veður á Suðuroyarleiðini, og eins og í gjár eru fýra túrar heldur enn seks túrar (Mynd: ssl.fo)

2026-02-05 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í dag eru broytingar vegna veður á Suðuroyarleiðini, og eins og í gjár eru fýra túrar heldur enn seks túrar.

Hesm boðar Strandferðslan frá:

- Fyri veður eru hesar broytingar á leið 7 í morgin, hósdagin 5. februar:

- Túrarnir av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30 verða ikki sigldir. Túrurin kl. 21:15 av Havnini verður framskundaður til kl. 20.00. Ferðaætlanin fyri hósdagin sær soleiðis út: 06:00 av Krambatanga 14:15 av Havnini 17:30 av Krambatanga 20:00 av Havnini.

Harvið varð siglt sum vant av Tvøroyri í morgun, men í nógva vindinum liggur Smyril á Havnini í nakrar tímar afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder