Innanlands

Smyril í sigling aftur seinnapartin

Strandferðslan boðar frá, at Smyril siglir fyrsta túrin av Krambatanga klokkan 15, og fer hann av Havnini aftur klokkan 18, men so verða ikki fleiri túrar á Suðuroyarleiðini í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-26 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun kom Smyril aftur á Krambatanga eftir at hava verið í dokk í ein mánað, og boðar Strandferðslan nú frá, at hann siglir fyrsta túrin seinnapartin.

Eingin sigling hevur verið á Suðuroyarleiðini, síðan Herjólfur III, ið hevur avloyst Smyril seinastu fimm vikurnar, fór av Havnini klokkan 10 í gjár, men klokkan 15 fer Smyril av Krambatanga aftur.

Um vikuskiftið boðaði Strandferðslan annars frá, at Smyril eftir ætlan fór at sigla sín fyrsta túr av Krambatanga klokkan 18.45 í kvøld, men so verður ikki.

Smyril fer, sum áður nevnt, av Krambatanga klokkan 15, og fer hann av Havnini aftur klokkan 18. Síðani verða ikki fleiri túrar sigldir á Suðuroyarleiðini í dag.

Tað er ikki neyðugt at bíleggja pláss til fráferðirnar hjá Smyrli, leggur Strandferðslan afturat í fráboðan sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder