Innanlands

Smyril aftur á Krambatanga

Eftir at hava verið í dokk í ein mánað, er Smyril nú afturkomin, og skal hann eftir ætlan í sigling aftur klokkan 18.45 í kvøld – Meira kunning um hetta kemur, seinni, sigur Strandferðslan

Krambatangi í morgun (Mynd: Martin S. Eidesgaard)

Krambatangi í morgun (Mynd: Martin S. Eidesgaard)

2022-09-26 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin setti Smyril kós móti Føroyum, eftir at hann hevði verið í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark í ein mánað, og í morgun er Smyril aftur at síggja á Krambatanga.

Um vikuskiftið boðaði Strandferðslan frá, at Smyril eftir ætlan fór at sigla aftur av Krambatanga klokkan 18.45 í kvøld, og at nærri kunning um hetta skuldi koma fyrrapartin í dag.

Fyri veður hevur eingin sigling verið á Suðuroyarleiðini síðan fyrrapartin í gjár, har Herjólfur III hevur røkt siglingina, meðan Smyril hevur verið í dokk. Ein onnur orsøk er eisini, at brek er komið á stabilisatorunum á Herjólfi, sum ikki hevur verið í sigling síðan fyrrapartin í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder