Innanlands

Smugling: Fríkendur í Føroya Rætti - dømdur í landsrættinum

Ein føroyingur í 40’unum er í dag dømdur fyri at smugla 168 gramm av MDMA til Føroya. Fyri hetta fekk hann 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing

Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í fjør

Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í fjør

2025-08-21 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Rættur metti, at tað ikki var ført prógv fyri, at maðurin var partur av smuglingini.

Harvið varð føroyingurin í fjøruti-árunum fríkendur, tá málið kom fyri í fjør.

Men Ákæruvaldið vildi ikki steðga har: Málið varð skotið inn fyri Eystara Landsrætt, sum í hesum døgum er í Føroyum.

Sí eisini: Verður vístur av landinum fyri grovan harðskap í Skálafirði

Har vóru dómarar og nevningar ósamdir í upprunaliga dóminum. Føroya Politi boðar í dag frá, at maðurin í landsrætturin er funnin sekur fyri smugling.

Talan var um 168 gramm av rúsevninum MDMA, sum hann royndi at fáa inn til Føroya.

Nú dømdi persónurin fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. 

Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder