
– Tá ið tú umaftur og umaftur hoyrir um eitt tónleikanavn, frá heilt ymiskum fólkum og alla møguliga staðni frá, tá er sum oftast okkurt um prátið. Soleiðis er við danska bólkinum Smag På Dig Selv, sum vit við hesum leggja afturat tónleikaskránni í ár, skriva fyriskiparar av G! Festivalinum.
Talan er um ein tríbólk, ið er samansettur av einum trummuleikara og tveimum saxofonleikarum.
– Fólk práta um teir allastaðni í norðanlondum, og orsøkin er stutt og greitt, at teir eru ein so hamrandi feitur bólkur á palli. Orkan er øgilig, næstan punkkend, meðan tónleikurin er teknokendur og ávirkaður av djassi, poppi, hipp hoppi, afroslátti og 90'ara evrodansi.
Fyriskiparar av G! leggja afturat, at teir í morgin fara at kunngera fyrru helvtina av Júxn skránni, sum er skráin við bókmentum og øðrum.
G! Festival verður 17.-19. juli í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald