Leygarkvøldið 3. januar 2026 skipaði Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri árliga hugnakvøldinum í Bygdarhúsinum á Strondum.
Í hesum sambandi takkaði Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini hjá SKS, vegna nevndina, Sunleivi Højgaard fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í hesum týdningarmikla arbeiði til frama fyri trygd og samanhaldi í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði.
Sum tøkk fekk Sunleiv Højgaard ein málning, sum Jón Magnus Joensen, hevur málað.
Eisini fingu sjey aðrir sløkkiliðsmenn í SKS silvurheiðurstekin og skjal, har Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, skrivar: ”Sum landsstýrismaður fegnist eg um, at tú ósjálvsøkin og trúfastur hevur tænt føroysku tilbúgvingini”.
Teir, sum fingu silvurheiðurstekin vóru:
Jan Abrahamsen, Strendur, starvast í 39 ár.
Hanus Heinesen, Nes, starvast í 36 ár.
Niclas Davidsen, Toftir, starvast í 36 ár.
Harry Benjaminsen, Toftir, starvast í 32 ár.
Fróði Danielsen, Toftir, starvast í 30 ár
Vilhelm M. Olsen, Skála, starvast í 30 ár
Jónsvein Bjartason, Strendur, starvast í 26 ár
Tveir sløkkiliðsmenn, Leif Petersen, Oyndarfjørður, og Andrias Hammer, Funningsfjørður, sum fyri stuttum eru givnir, vórðu eisini heiðraðir fyri trúgva tænastu og fingu málning, sum Jørgin Olsen hevur málað.
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið varð stovnað 4. september 1974. Samstarvið umfatar Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Samstarvið hevur verið gott í øll hesi ár við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.
Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.
Í tilbúgvingarnevndini sita nú: Súni í Hjøllum, formaður, Hans Anders Jacobsen, næstformaður, Tórbjørn Jacobsen, Terje B Vestergaard, Pauli Poulsen, Sunleiv Højgaard og Hans L. Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald