Mentan

Slóðbrótandi pallseting av sjónleiki

Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra enn ein heimskendan klassikara, men hesaferð er pallsetingin heilt serlig og slóðbrótandi. Leikurin verður nevniliga framførdur í Býráðshúsinum í Norðragøtu

Mynd: Eysturkommuna.fo

Mynd: Eysturkommuna.fo

2018-10-08 12:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Myrka tíðin merkir sjónleikur í Gøtu, og í ár er einki undantak. Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra klassikaran “Hedda Gabler” eftir heimskenda norska skaldið Henrik Ibsen, sum helst er mest víðagitin fyri “Eitt dukkuheim”. Leikurin er skrivaður í 1890 og er framvegis væl umtóktur og nógv uppsettur kring allan heimin, men hóast hetta man uppsetingin í Gøtu vera millum tær heilt serstøku. Avtala er nevniliga fingin í lag millum Sjónleikaradeildin og Eysturkommunu, sum merkir, at leikurin verður pallsettur og framførdur inni í nýggja Býráðshúsinum í Norðragøtu.

Búi Dam er leikstjóri, og hann leggur dent á, at leikurin verður tulkaður og uppsettur sum ein nútímans klassikari, og til hetta er Býráðshúsið ein genialur karmur við endaleysum møguleikum.

-  Hóast leikurin er meira enn 100 ára gamal, so verður pallsetingin gjørd í einum nútímans anda, sum kann geva áskoðarunum eina uppliving av aktualiteti, og júst hetta kann Býráðshúsið í Gøtu, sum samstundis er ein arkitektonisk perla. So ístaðin fyri at byggja ein pall upp til leikin, so fara vit at byggja leikin upp í teimum fantastisku kørmunum, sum Býráðshúsið við síni innrætting og umstøðum hevur, sigur Búi Dam við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.

Saman við leikarunum er hann farin undir fyrireikingar og venjingar av leikinum, og ætlan teirra er at framføra “Hedda Gabler” í november.

[object Object]

Eitt hús til alt og øll

Býráðshúsið í Gøtu varð tikið í nýtslu stutt fyri jól í fjør, og hevur hetta fyrsta árið longu fingið nógva umrøðu og viðurkenning. Fólk vitja javnan húsið og áhugin er somuleiðis stórur úr útlondum. Ósbjørn Jacobsen er arkitekturin handan bygningin, sum serliga vekir ans við staðsetingini tvørturum ánna, gongugøtuni á takinum og mongu, stóru vindeygunum, sum bæði geva ljós og innlit í virksemið í húsinum.

List og mentan er ein náttúrligur og sjálvsagdur partur av Býráðshúsinum, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri, fegnast tí um samstarvið við sjónleikaradeildina.

- Vit eru øll sera glað fyri stóra áhugan, fólk í kommununi og aðrastaðni frá vísa húsinum, og í býráðnum og umsitingini eru vit nú ógvuliga spent uppá, at húsið eisini verður karmur um sjónleik, tí tað er við til at lata húsið meira upp fyri almenninginum. Vit eiga jú øll Býráðshúsið, og tað skal vera fyri øll. Tað haldi eg, at hetta samstarvið og hendan verkætlanin er eitt rættiliga gott dømi um, sigur borgarstjórin, sum gleðir seg at sleppa til sjónleik á sínum dagliga arbeiðsplássi í komandi mánaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder