Innanlands

Slóða fyri í Klaksvíkar kommunu

Umhvørvisátakið "Slóða fyri" í Klaksvíkar Kommunu er í døgnunum 6. -11. mai

Mynd: Poul Sundskarð

Mynd: Poul Sundskarð

2019-05-08 08:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisátakið Slóða fyri í Klaksvíkar Kommunu er í døgnunum 6.-11. mai. Slóða fyri er umhvørvisvikan í Klaksvík. Seinastu trý árini hevur hon verið kallað Slóða fyri

Høvuðsevnið í ár er orka við heitinum ”Orkar tú?” Hugtakið orka kann brúkast á mangan hátt. Vit brúka øll nógva orku hvønn dag, bæði svarta orku, grøna orku og okkara egnu kropsorku. Í vikuni fara vit at leggja størstan dent á okkara kropsorku.

Átakið skal eggja øllum í kommununi at brúka sína egnu orku, tá komast skal runt kring býin. Hetta er fyri, at vit í felag brúka orku uppá at fáa ein grønari bý við minni útláti, dálking og larmi. Tá vit brúka okkara egnu orku, minka vit samstundis um ta dálkandi orkuna. Vit koma eisini hvørjum øðrum meira við, tá vit hittast úti á gøtunum til gongu, á súkklu ella øðrum, har vit brúka egna orku.

Við at brúka okkara orku, kunnu vit øll vera við til at slóða fyri at verja okkara umhvørvi og okkum sjálv.

Gunnhild Dahl Niclasen og Annika Steintórsdóttir Biskopstø samskipa átakið fyri Klaksvíkar kommunu, og ruddingardagar, hjólvelting, filmar, fyrilestrar, kjakfundir o.a. verður á skránni.

Tvær royndarfamiljur og ein kjakfundur

Tvær familjur í Klaksvík hava jattað at taka lut í bilfríari viku og gera smá filmsbrot frá upplivingini. Hetta merkir, at tey hava latið bilin staðið í eina viku, og tey hava eisini dokumenterað, hvussu hetta hevur gingist teimum.

Filmsbrot verða løgd út hvønn dag fram til 8. mai, tá kjakfundur verður um evnið í Spaniastovu í Klaksvík. Á kjakfundinum fara vit at hoyra um, hvussu hevur gingist hesum familjum at royna seg uttan bilin. Eisini fer Sanna A. Dahl at greiða frá um hennara bilfría lív. Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum fer at tosa um týdningin av, at vit nýta okkara egnu kropsorku. Til síðst verður eitt panel við kommunupolitikarum í Klaksvíkar Kommunu og Sannu og Magna, sum fer at kjakast um býarplanlegging, ferðslu, kropsorku, vælveru og annað, sum er tengt at evninum.

Leygardagurin fullur av tiltøkum á Biskupstorgi

Leygardagin 11. mai eru ein rúgva avtiltøkum, sum flestu verða á Biskupstorgi. Hetta er fyrstu ferð, at Biskupstorgið alment verður tikið í nýtslu.

Av rúgvuni av tiltøkum kann nevnast hjólvelting, fyrilestrar um elbilar, framsýningar grønmetisplanting, søla av mati í leysvekt.

- Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder