Innanlands

Sligin í andlitið

Støða verður í dag tikin til hvat henda skal við manninum, sum sló

2019-02-11 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt harðskapsmál hendi um 10 tíðina í gjárkvøldið, tá ein drongur ella ungur maður, varð sligin í andlitið av einum øðrum manni, ”púra ómotiverað”, sum vakthavandi á politistøðini tekur til.

Løgreglan kom á staðið, og handtók mannin, ið sló. Hann hevur verið til avhoyringar á politistøðini í nátt, og út á dagin verður støða tikin til, hvat víðari skal henda við málinum. Hann verður skuldsettur fyri harðskap, men støða er ikki tikin til enn, um hann møguliga skal stillast fyri dómara longu í dag.

Ungi maðurin, ið varð sligin, fekk ikki álvarsligan skaða, verður upplýst av politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder