Innanlands

Sleipaði glastrevjabát á Havnina

Í gjárkvøldið vórðu boð eftir Tanum, tá ein bátur steðgaði upp í Nólsoyarfirði

Tanum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tanum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-03 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu boð send eftir bjargingarbátinum Tanum, tá ein glastrevjabátur steðgaði upp í Nólsoyarfirði. 

Tað var orsakað av trupulleikum við gearinum, at báturin tørvaði hjálp.

Níggju fólk vóru umborð á bátinum, sum Tanum sleipaði inn á Havnina, sigur vakthavnadi á MRCC-støðini.

Byrjað varð at sleipa klokkan hálvgum átta, og tveir tímar seinni var Tanum komin á Havnina við bátinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder