Uttanlands

Skundfundur í ST-trygdarráðnum

ST-trygdarráðið skal umrøða málið um russisku hernaðarflogførini, sum fríggjadagin flugu í estiskum loftrúmi uttan loyvi

ST-trygdarráðið á fundi um kríggið í Gaza 5. august (Mynd: EPA)

ST-trygdarráðið á fundi um kríggið í Gaza 5. august (Mynd: EPA)

2025-09-21 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Limir í ST-trygdarráðnum eru innkallaðir til skundfund mánadagin orsakað av teimum trimum russisku flogførunum, sum fríggjadagin flugu í estiskum loftrúmi, upplýsir uttanríkismálaráðið í Estlandi, sum tó ikki sjálvt er limur í ST-trygdarráðnum.

Í ST-trygdarráðnum eru 15 limir, harav fimm eru fastir limir. Tey fimm londini, sum hava fastan limaskap í ST-trygdarráðnum eru Kina, Frakland, Russland, Stórabretland og USA. Hinir limirnir í ST-trygdarráðnum eru í løtuni Algeria, Danmark, Grikkaland, Gujana, Pakistan, Panama, Suðurkorea, Sierra Leone, Slovenia og Somalia.

Tað var fríggjadagin, at boðað varð frá, at trý russisk hernaðarflogfør høvdu verið í estiskum loftrúmi í 12 minuttir uttan loyvi. Eftirfylgjandi bað Estland um at brúka grein fýra hjá Nato um at taka málið upp til umrøðu. Hendan greinin kann brúkast, tá mett verður at politiski sjálvrætturin ella trygdin hjá einum limalandi er hótt.

Fundurin í ST-trygdarráðnum verður óheftur av Nato, skrivar Ritzau.

Les eisini: – Taka hetta í størsta álvara

Les eisini: Russland: Hava ikki verið í estiskum loftrúmi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder