2020-09-12 17:02

Á Landssjúkrahúsinum hava tey mett um leiðreglurnar fyri smittuverju, og avgerð er tikin um, at herða tær eitt sindur.
Hetta tí, at seinastu dagarnir eru fleiri smittutilburðir staðfestir hjá ferðandi, sum koma til landið.
- Tí skulu øll vitjandi, sum komin eru úr útlondum, hava negativa COVID-19 test frá 6. degi, innan tey vitja á sjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið í fráboðan.
Hetta er galdandi frá mánadegnum 14. september, sigur Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald