Tónleikabólkurin Sputnik av Tvøroyri legst afturat skránni á Ljósfest, sum verður í Vági seinni í hesum mánaðinum.
Sputnik spælir í teltinum fríggjakvøld 14. august á Ljósfestini.
Tónleikabólkurin Sputnik av Tvøroyri var ein av teimum lokalu bólkunum, sum settu dám á dansi- og undirhaldslívið í Suðuroy, serliga í 1970'unum, tá livandi tónleikur hevði stóran týdning á dansistøðum og veitslum.
Sputnik spældi ofta til dans og eru vælkendir fyri teirra vælsvingandi rock, country og dansibandstónleik, sum t.d. Creedence Clearwater Revival, Elvis, The Beatles og norðurlendskan dansibands tónleik. Í 1984 gav bólkurin út “Oyggjaland í sól”, skrivar Vágs kommuna.
Bólkurin hevði fleiri ymiskar manningar gjøgnum árini, sum var vanligt hjá føroyskum tónleikabólkum.
Manningin til Ljósfestina verður Jens Lisberg, sang; Jan West, trummur; Ragnar Djurhuus, bass; Poul Hammer, sang, munnharpa, keyboard og gittar; og Trygvi Strøm, solo gittar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald