2025-10-22 16:04

Í hesum heystdøgum fylla seyðir og seyðahald nógv. Og tað snýr seg ikki bert um fjallgongu og fletting og alt, sum har til hoyrir.
Ymsastaðni vilja fólk eisini finna vakrastu seyðirnar í einum einstøkum øki. Soleiðis er eisini í Vestmanna.
Heimasíðan hjá kommununi spyr: Hvør eigur vakrasta brundin? Hetta í sambandi við seyðasýning um vikuskifti
Árliga seyðasýningin verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga leygardagin 25. oktober, har vakrastu seyðir verða kosnir.
Byrjað verður klokkan 11.30. Fyriskipararnir bjóða suppu, kaffi og okkurt afturvið, skrivar vestmanna.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald