2026-03-05 11:42
Vestmanna kommuna hevur ætlanir um at gera stórar ábøtur á skúlan í bygdini. Talan er um tveir bygningar, sum skulu umvælast. Annar frá 1950’unum og hin frá 1960’unum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Arbeiðið fevnir, sambært heimasíðuni hjá kommununi, um:
- Allur klimaskermurin skal gerast av nýggjum, og tað mesta av lendisgólvinum skal brótast upp og gerast av nýggjum. Ávísar broytingar í betongdekki og betongveggum eru týðandi partur av uppgávuni.
- Nýggj vesikjarna við gong í trimum hæddum verður nýggjur bygningspartur.
- Allar installatiónir skulu skiftast og nútímansgerast.
- Elevator skal setast í bygningin uppat verandi høvuðstrappum.
- Omaná verandi flata betongtak, skal reising byggjast við trækonstruktión.
- Tilsamans fevnir arbeiðið um góðar 2700 fermetrar.
- Royndir eru tiknar og staðfest er, at nakað av vandamiklum evnum eru at taka atlit til í arbeiðinum.
Ætlanin er at bjóða millum 3 og 5 undangóðkendar fyritøkur at koma við tilboði um at standa fyri høvuðsarbeiðstøkuni. Freistin at søkja um undangóðkenning er 20. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald