Aftur í nátt vóru nógv fólk í býnum, men sum heild hevur tað tó gingið friðarliga fyri seg, sigur løgreglan.
Tó vórðu tvey fólk handtikin - eitt í Klaksvík og eitt í høvuðsstaðarøkinum.
Stutt fyri klokkan tvey í nátt kom løgreglan fram á ein mann, sum lá og svav úti í Klaksvík. Tá løgreglan vakti hann gjørdist hann so ómøguligur, at avgerð var tikin um at taka hann við á støðina. Har hevur hann so sovið rúsin av sær í nátt, og fekk hann eina bót fyri brot á skilhdaldsreglurnar.
Í morgun klokkan hálvgum sjey tók løgreglan so ein bilførara á veg úr Havnini fyri at koyra ávirkaður. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Annars hevur løgreglan havt eitt sindur av arbeiði við at hjálpa fullum fólkum og við at leggja seg ímillum, tá ósemjur hava tikið seg upp, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald