Innanlands

Skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin eftir at hava rent á ein parkeraðan bil, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring – Annars hevur sunnunáttin verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-23 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men kortini hevur tað verið stak friðarligt, upplýsir løgreglan í morgun.

Løgreglan hevur tó steðgað fleiri bilum í nátt, og í hesum sambandi vórðu tveir persónar skuldsettir fyri brot á rúsevnislógina.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini eina fráboðan frá einum borgara í Havn um, at ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil og var síðani farin av stað aftur. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, og fekk løgreglan illgruna um, at hann koyrdi avirkaður.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tveir persónar vóru í bilinum, og er illgruna um, at talan var um rúsdrekkakoyring, men møguliga kann talan vera um rúsevni eisini.

Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Løgreglan hevur eisini verið úti og vitjað skeinkistøð at kanna, um alt var, sum tað skuldi vera, og har var einki at finnast at.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder