Innanlands

Skuldsettur fyri knívstungu: Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Hann varð tikin fyri harðskap í Havn mikukvøldið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-25 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rætturin avgjørdi í gjár at varðhaldsfongsla ein mann fyra vikur.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Hann er skuldsettur fyri at hava stungið ein mann í Havn mikukvøldið, og er ein av monnunum, sum løgreglan handtók fyri harðskapin, sum var í einari íbúð í J.C Svabosgøtu í Havn.

Umframt annan harðskap varð ein maður stungin við knívi einaferð. Hann var ikki í lívsvanda.

Tríggir menn vóru handtiknir, men einki krav um at varðhaldsfongsla hinar báðar menninar er ikki sett fram.

Menninir eru í tretivunum og fjørutinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder