Innanlands

Skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna

Sunnukvøldið var eitt lítið ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-19 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið var eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur, sum koyrdi út frá Gundadalsvegnum, rendi á ein bil, sum kom koyrandi eftir R.C. Effersøes gøtu.

Har var eingin fólkaskaði og lítil skaði á bilarnar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tann eini bilførarin er skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder