Innanlands

Skuldsettur fyri hóttanir

Maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap móti trimum fólkum í Nólsoy, hevur fingið eina skuldseting afturat

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-21 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap móti trimum fólkum í Nólsoy leygarkvøldið, hevur fingið eina skuldseting afturat.

Umframt harðskapin, er hann nú eisini skuldsettur fyri at hótta fólk eftir lívinum.

– Tað bleiv rópt ymiskt, tá løgreglan og onnur komu á staðið, og tað var so mikið grovt, at maðurin fekk eina skuldseting fyri hóttanir omaná skuldsetingarnar um harðskap, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tað var um klokkan 20 leygarkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um harðskap í Nólsoy. Les meira her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder