Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap móti løgreglufólki

Í gjár og í nátt varð løgreglan fleiri ferðir boðsend í sambandi við ófrið - m.a. á einum bústaði í Havn, har ein persónur brúkti harðskap móti einum løgreglufólki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-14 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki eftir eina hending á einum bústaði í Havn í gjár.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at fólk vóru til ampa í Steinatúni í Havn.

Løgreglan fór á staðið og fekk burturvíst fólk av staðnum, men seinni varð løgreglan aftur boðsend, tí hesi somu fólkini vóru til ampa á einum bústaði í Havn.

Tað endaði við, at ein persónur bleiv skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at løgreglufólkið fekk eitt sindur av skaða, men talan var ikki um álvarsligan skaða.

Í nátt varð løgreglan aftur boðsend í sambandi við ófrið - hesa ferð á einum skeinkistaði í Havn.

Í hesum sambandi varð ein persónur handtikin. Hann vísti harðligan atburð, vildi ikki fara av stðanum, tá hann varð biðin, og vildi heldur ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr.

Viðkomandi hevur sovið rúsin av sær hjá løgregluni, og verður hann leyslatin, tá hann vaknar, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder