2026-02-16 08:06
Náttina til sunnudagin vóru nógv fólk í býnum, og fekk løgreglan úr at gera í hesum sambandi. Í einum føri er tað endað við skuldseting um harðskap.
Talan er um harðskap móti einum duravørði uttanfyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn.
Tað var klokkan trý sunnunáttina, at duravørðurin varð sligin í andlitið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Mann hevur fingið fatur á øllum partunum, so tað málið gongur sína gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald