Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap í sambandi við eina hending uttan fyri ein bústað í Havn tíðliga í gjárkvøldið.
Talan var um eina ósemju millum tveir persónar, sum endaði við, at tann eini bleiv sligin í andlitið og fekk eitt sindur av skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at seinasta samdøgrið sum heild hevur verið friðarligt, og at lítið av fólki hevur verið í býnum.
Tó vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Tann fyrri varð tikin í Suðurstreymoynni seint seinnapartin í gjár, og vísti tað seg, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum.
Tann seinni varð tikin tíðliga í morgun og er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald