Innanlands

Skuldsettur fyri brot á rúsevnislógina

Ein minni nøgd av hashi varð funnin í einum bili í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-19 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bilførari í høvuðsstaðnum varð í morgun tikin fyri brot á rúsevnislógina. 

Tá løgreglan kannaði bilin, varð ein minni nøgd av hashi funnin. Førarin varð skuldsettur og hevur játtað seg sekan.

Talan var um eina minni nøgd til egið brúk, so tað fær viðkomandi eina bót fyri, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið øgiliga friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder