Innanlands

Skuldsettur fyri at spýta eftir løgreglufólki

Ein persónur hevur sovið rúsin av sær á løgreglustøðini í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-21 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur var í nátt skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni fyri at spýta á eitt løgreglufólk.

Persónurin varð handtikin í sambandi við eitt mál um húsaófrið.

Tað var klokkan 21 í gjárkvøldið, at løgreglan varð boðsend til ein privatan bústað, har ein persónur var ólátaður og elvdi til ófrið.

Viðkomandi var tó farin út, tá løgreglan kom á staðið, men løgreglan fann hann í býnum stutt fyri midnátt, og hann var so drukkin og ólátaður, at løgreglan gjørdi av at taka hann við á støðina at sova rúsin av sær.

Tá løgreglan var komin á støðina við honum, spýtti hann eftir einum løgreglufólki, og tí er hann skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni. Hann verður avhoyrdur í morgun og síðani leyslatin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder