2025-09-06 10:41

Tveir útlendingar vórðu í gjár skuldsettir fyri stuldur úr einum matvøruhandli í Havn.
Tað var fríggjamorgunin, at boðað varð frá, at tveir menn høvdu stolið kjøt fyri umleið 700 krónur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vakmyndatól var á staðnum, so løgreglan fekk myndir av monnunum. Um kvøldið eftir landsdystin millum Føroyar og Kroatia á Tórsvølli, møtti løgreglan síðani monnunum. Teir vórðu skuldsettir og fingu eina bót á 750 krónur í part, sum teir rindaðu á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald