Innanlands

Skúlaflokkur savnaði 87 kilo av burturkasti á Fløtum upp á ein tíma

Nógv plast, sigarettstubbar, snús, tyggigummi og ymiskt annað sum dálkar verður ikki koyrt í ruskspannir

(Mynd: Skúlin á Fløtum / Saf.fo)

(Mynd: Skúlin á Fløtum / Saf.fo)

2021-05-07 10:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við, at tað er umhvørvisvika, fór 6. d í Skúlanum á Fløtum í Havn í vikuni út at kanna, hvussu nógv burturkast lá í økunum kring skúlan.

Sára Sondum er lærari í Náttúru og tøkni hjá 6. d, og hon sigur við heimasíðuna hjá skúlanum, at upp á ein tíma vórðu 87 kilo av burturkasti tikin upp. Næmingarnir funnu millum annað nógv plast, sigarettstubbar, snús, tyggigummi og ymist annað, ið dálkar.

[object Object](Mynd: Skúlin á Fløtum / Saf.fo)

Tey fóru so at kanna, hvussu leingi tað tekur náttúruni at bróta niður sama burturkast. Og tey komu millum annað fram til, at ein sodavatn í plastfløsku tekur kanska 10 minuttir at drekka, meðan tað tekur náttúrini 400 ár at bróta niður somu sodavatnsfløsku. Uppaftur verri er, um sodavatnið er í glasfløsku, tá kann tað taka upp til 4000 ár hjá náttúruni at gera av við glasfløskuna, skrivar saf.fo.

Fleiri myndir síggjast á saf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder