Framsókn fekk at kalla ein frammaná, tá løgmaður útskrivaði val seinnapartin. Bjarni K. Petersen, tingmaður fyri Framsókn er vónbrotin av sínum samstarvsfeløgum, skrivar hann á Facebook.
- Í dag valdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at bróta samgongusamstarvið og føra Framsókn aftur um ljósið, fyri at bjarga sær sjálvum, suðuroyartunnilin og tekkjast fakfeløgunum, sum siga seg eiga Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, skrivar tingmaðurin.
- Løgtingið endaði við at samtykkja eitt uppskot um suðuroyartunnil, sum skal enda við at vit koma at brúka fleiri milliardir uppá eina í besta føri ivasama verkætlan, og lat uppskotið, sum skuldi tryggja, at vit enn fara at hava eitt vælferðarsamfelag, tá ið okkara børn gerast vaksin, liggja, í reinari ábyrgdarfráskriving.
- Mann droppaði grønmetið, og fór beint til lagkøkuna, sigur Bjarni K. Petersen.
- Verður hetta ráðandi mentanin í føroyskum politikki framyvir, so verða vit enn einaferð sett undir umsiting, áðrenn vit vita av.
Hann sigur seg vera sera vónsvikin av sínum samgongufeløgum seinastu trý árini
- Sera skuffaður av okkara samstarvsfeløgum, sum vit annars hava samstarva væl við.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald