
Ein føroysk fyritøka hevur fingið eina keðiliga heilsan frá einum av sínum fyrrverandi útlendsku starvsfólkum. Eina rokning upp á umleið 22.000 krónur.
Tað vísir seg, at viðkomandi útlendingur, áðrenn fráferð av landinum, hevur verið inni í einum handli og keypt dýra telefon og aðra elektroniska útgerð fyri umleið 22.000 krónur. Viðkomandi var í arbeiðsklæðum frá fyritøkuni hann arbeiddi fyri, og tað var ongin trupulleiki hjá honum at fáa keypið skrivað upp á arbeiðsgevaran.
Tá arbeiðagevarin fær rokningina, vita tey onki um hetta keypið. Tað er síðan eydnast arbeiðsgevara og fyritøku at finna fram til persónin, sum keypti vørurnar, og tað vísir seg, at viðkomandi er farin av landinum.
Løgreglan hevur fingið fráboðan um hendingina, hevur ‘upprættað eina sak’, sum tey rópa tað, men vaktleiðarin á løgreglustøðini hevur ongar vónir um at finna fram til mannin, sum hevur keypt vørurnar.
- Maðurin er farin aftur til heimland sítt, og eg kann siga so mikið, at talan er um eitt land, har tað ikki er so lætt hjá okkum at finna fram til viðkomandi, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald