Innanlands

Skráin fyri drotningavitjanina í Havn

Hennara hátign vitjar øll ætlaðu støðini - men skal skunda sær

Seinast vitjaði drotningin eisini trappuna í Vágsbotni (Savnsmynd: torshavn.fo)

Seinast vitjaði drotningin eisini trappuna í Vágsbotni (Savnsmynd: torshavn.fo)

2021-07-15 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Skráin fyri fyrsta dagin á vitjanini hjá hennara hátign Margretu drotning er nakað broytt í mun til upprunaligu ætlanina.

Fyrrapartin kom drotningin við fylgi í Vágar, og í løtuni verður bíðað eftir at eitt – vónandi negativt – úrslit kemur av koronapotingini á flogføllinum.

Klokkan 13 verður drotningin so offisielt boðin vælkomin til Føroyar av løgmanni, borgarstjóra og ríkisumboði. Hetta hendir á Bursatanga.

Síðan verður farið út í Tinganes har móttøka verður millum kl. 13.20 og 13.50. Her fær drotningin eisini 80 ára føðingardagsgávuna frá almennu Føroyum, t.e. landsstýri og løgtingi. Einki er komið út um, hvat gávan er, men talan er um eina serliga gávu, ið er framleidd serliga til drogningina. Drotningin fylti 80 ár í apríl í fjør, men tá var onki gjørt burtur úr føðingardegnum orsaka av koronastøðuni.

Kl. 14.10 til 14.50 bjóðar Tórshavnar kommuna til miðmála á Hotel Hafnia.

Kl. 15 til 15.40 verður vitjað í Løgtinginum, har Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, taka ímóti.

Kl. 15.45 til 16.05 verður tiltakið á Trappuni í Vágsbotni har Heðin og Hjørdis Mortensen taka ímóti. Kamarkóri undirheldur við sangi og Havnar Hornorkestur spælir.

Kl. 16.15 til 17.00 verður drotningin á Skúlanum á Fløtum, har Ælabogin fer at spæla við komuna, og síðan verður vitjað inni í skúlanum og uppi á takinum. Eisini fara næmingar at framføra.

Kl. 17.10 til 18.00 vitjar drotningin í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju. Í Kongshøll verður greitt frá Setrinum og frá Filmshúsinum, og drotningin fær høvi at síggja brot úr nýggju sjónvarpsrøðini “Trom” og úr filminum “Heartist”, sum er um listakvinnuna Sigruna Gunnarsdóttir, sum sjálv verður til staðar og handar drotningini eina gávu. Sangbólkurin Sway fer at undirhalda.

Kl. 19.30 verður so borðhaldið í Norðurlandahúsinum har løgmaður er vertur. Her fara løgmaður og drotningin at halda røður og tað verður felagssangur við borðið. Men hesaferð verður ongin føroyskur dansur, orsaka av koronastøðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder