Uttanlands

Skotskur dómstólur kolldømir avgerð Boris Johnsons

Ráð forsætisráðharrans til drotningina vóru ólólig og er ógildug

Joanna Cherry, tinglimur fyri SNP tosar uttan fyri Court of Session (Mynd: EPA)

Joanna Cherry, tinglimur fyri SNP tosar uttan fyri Court of Session (Mynd: EPA)

2019-09-11 11:15 Author image
Ingi Samuelsen

Tríggir dómarar í hægsta sivila dómstólinum í Skottlandi – the Court of Session – eru samdir um, at tað var ólógligt, tá Boris Johnson, forsætisráðharri, í gjár sendi bretska tjóðartingið heim fyribils.

Tað skriva bretskir miðlar í dag.

Ein tvørpolitiskur bólkur av politikarum høvdu lagt málið fyri dómstólin, og allir tríggir dómararnir vóru samdir í niðurstøðuni, sum harvið kolldømir eina avgerð frá síðstu viku, sum segði, at einki ólógligt var í tí, sum Boris Johnson var við at gera.

Avgerðin í skotska rættinum fær tó her og nú onga ávirkan á avgerðina hjá Johnson, sum fekk gildi í gjár. Tað ger hon ikki, tí dómstólurin ikki hevur givið boð um at taka avgerðina aftur undan eini hoyring, sum byrjar komandi týsdag, skrivar jp.dk.

Í samandráttinum skriva teir tríggir dómararnir, at teir vóru samdir í teirra meting av, at avgerðin hjá Boris Johnson var ein ”óhóskandi háttur at stýra tjóðartinginum”.

Og dómararnir løgdu afturat:

”Dómstólurin kemur tí til eina niðurstøðu, sum staðfestir, at ráð forsætisráðharrans til drotningina um at senda tingið heim vóru ólólig og tí er avgerðin ógildug og uttan virknað”. 

placeholder
placeholder