Innanlands

Skótalið KFUM’s hátíðarheldur 85 ára stovningardag

Verður hildin saman við hugsunardegnum hjá skótunum – skóraliðið bjóðar til móttøku á deplinum millum Tjarna í Havnardali eftir gudstænastuna í Havnar kirkju

(Savnsmynd: Sasho Bjartson)

(Savnsmynd: Sasho Bjartson)

2026-02-19 11:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugsunardagur er ein altjóða skótadagur, har skótarørslan minnist hjúnini og stovnarnir av skótarørsluni, Lord Baden Powel og Olave Baden Powell. Leygardagin 21. februar, fara skótar, smáskótar og úlvar í havn til guðstænastu í Havnar kirkju klokkan 11 har Theodor Eli Olsen prestur prædikar

Guðstænastan er almen, so aftur at skótum, foreldrum og syskjum, so eru øll vælkomin at vera við til skótagudstænastuna.

Eftir guðstænastuna bjóðar Skótalið KFUM’s til móttøku í skótadeplinum millum Tjarna í Havnardali, í samband við 85-ára stovningarhaldi hjá skótaliðlinum, ið bleiv stovna 9. februar 1941.

Millum Tjarna samlast øll í Tórgarði kl. 13 til hugnaligt legubál, og tá er eisini møguleiki at síggja skótadeplilin. Okkurt lætt verður til góman.

Í sambandi við stovningardagin hjá skótaliðnum, eru skótahølini í KFUM við Hoydalsvegin 6 eisini opin fra klokkan 13 til 18, so fólk ið hava áhuga, kunnu síggja umstøðurnar hjá skótaliðnum.

Veitsla verður fyri innbodnum í KFUM klokkan 18 – ein veitsla, sum gamlir skótar, ið kalla seg KFUM popparnir, skipa fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder