
Skopunar kommuna fer í næstum at senda eigarunum av tómum býlum í kommununi eina fráboðan um, at kommunan fer at krevja tænastugjald á 7.945 krónur um árið ella 620 krónur um mánaðin fyri býlið.
Hetta er hægst loyvda gjaldið, sum ein kommuna kann krevja í tænastugjaldi fyri tómt býli, sambært lóggávuni.
Kommunustýrið hevði málið til viðgerðar á fundi farna hósdag, har tað varð einmælt samtykt at áseta tænastugjald fyri tóm býli.
Á fundinum vórðu útreiðslurnar til vatnveiting, kloakkir, renovasjón og sløkkilið tey seinastu fimm árini løgd fram, og hetta vísir eina útreiðslu úr 1,84 til 2,27 milliónir krónur, ella í miðal 2,03 milliónir krónur árliga.
Verður hetta býtt við talinum av bygningseindum í kommununi, 230, svarar tað til 8.843 krónur í miðal. Tað er meira enn hámarkið, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett fyri slíkt gjald.
Samtykt er tí, at Skopunar kommuna fer at krevja 7.945 krónur ella 620 krónur um mánaðin.
Sambært lógini, ásetir landsstýrisfólkið hámarkið fyri tænastugjaldið innan 1. oktober á hvørjum ári. 30. september í ár lýsti Ruth Vang, landsstýriskvinna í kunngerð, at tænastugjaldið fyri tóm býli í 2026 ikki kann vera hægri enn 7.945 krónur fyri hvørt býli.
Lógin um tænastugjald á tóm býli fær gildi á nýggjárinum
Skopunar kommuna fer at senda skriv út til eigarar í næstum við nærri upplýsingum, skrivar kommunan á heimasíðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald