Uttanlands

Skógareldur í Spania hevur kostað sløkkiliðsmonnum lívi

Ein persónur er handtikin fyri ásetan. Nógvi hitin órógvar

2025-08-14 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spania hevur ikki verið so hart rakt av skógareldunum seinastu tjúgu árini. Hetta siga spanskir myndugleikar við altjóða tíðindastovur.

Sum vit skrivaðu um í gjár, so herja skógareldar í heila tikið í Suðurevropa. Tað er serliga nógvi hitin, ið ger um seg, og mynduleikar hava ilt við at hava fult tamarhaldið í fleiri støðum.

Spania er eitt av støðunum, sum aftur hevur eina hitabylgju. Har hava verið nakrir skógareldar seinastu vikuna, og onkur deyðsføll eisini.

Í dag skriva fleiri miðlar, útfrá Reuters, at tveir brandmenn í norðara parti av Spania hava latið lív. Hetta eftir at teir hava stríðst við flammurnar í einum stórum skógareldi.

Ein annar maður er handtikin. Hetta tí at viðkomandi er undir illgruna fyri at hava byrjað eldin; á jørð sum verður ólóliga nýtt til at koyra skrell á.

Hetta hevur so breitt seg skjótt í heita veðrinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder