Uttanlands

Skógareldar herja í Suðurevropa

Umframt at gera lívið trupult hjá nógvum, so kosta teir eisini mannalív. Hitabylgjur hava verið ein trupulleiki í fleiri londum sunnanfyri seinastu dagarnar og í summar sum heild

2025-08-13 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit verða kókaði livandi. Hetta kann ikki halda fram. 

Hetta segði borgarstjórin í portugisiska býnum Vila Real de Santo António, Alexandre Favaios, við tíðindastovuna Reuters í gjár.

Portugal er eitt av londunum í Suðurevropa, sum aftur er rakt av hitabylgju. Higastigini hava fleiri ferðir í summar ligið á høgum tølum, og tað ávirkar gerandisdagin.

Soleiðis er eisini í londum sum Spania, Grikkalandi, Italia, Albania o.s.fr.

Altjóða miðlar skriva eisini um skógareldar, í fleiri av nevndu londunum. Tað hevur eisini kostað nøkur mannalív.

Í Spania varð ein maður í 50-árunum fangaður í nøkrum flammum, tá hann royndi at bjarga einum hesti, í sambandi við sítt arbeiði. Ein hermaður í Montenegro doyði, tá hann var við at sløkja ein av mongu eldunum í Balkan-londunum, og eisini í Albania lat ein persónur lív í náttúrueldinum.

Danska TV2 skrivar eisini, at ein fýra ára gamal drongur í Rom doyði í bilinum hjá familjuni vegna nógva hitan.

Hendan hitabylgjan hevur verið í eini 10 dagar á iberisku hálvoynni og í pørtum av Balkan. Hitaávaringar hava eisini verið í Fraklandi: Ein "reyður alarmur" er í fleiri londum í Suðurevropa, ið merkir, at veðrið kann verða til vanda. Sjúkrahús hava eisini sítt at gera við fólki, sum eru komin iila fyri av veðrinum.

Dagført: 07.55

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder