Innanlands

Sjøtul settur á arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið

Tað skal vera ein millumliður millum Heilsumálaráðið og heilsuverkið og skal loysa eina røð av heilsufakligum uppgávum. Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn 1. januar 2022

Á myndini vanta: Tummas í Garði, Magni Mohr og Lars Fodgaard Møller

Á myndini vanta: Tummas í Garði, Magni Mohr og Lars Fodgaard Møller

2021-03-26 08:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað vísir seg at verða støðugt størri tørvur á einum stovni í Føroyum, sum kann verða eitt millumliðið ímillum Heilsumálaráðið og heilsuverkið. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum verða í høvuðsheitum at veita heilsufakliga ráðgeving, gera fólkaheilsuarbeiði, lýsa og greina heilsustøðuna hjá føroyingum og veita almenna kunning um heilsuviðurskifti.

Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum, ið er farin undir arbeiðið at skipa eitt fólkaheilsustýri í Føroyum. 

Talan verður ikki um at skipa ein nýggjan stovn. Í staðin skulu uppgávur frá ymsum stovnum leggjast í Fólkaheilsustýrið. Við at leggja uppgávurnar í eitt slíkt stýri, ber til at gagnnýta verandi orku munandi meira skynsamt, enn tað ber til undir verandi skipan.

Landslæknaembætið verður ikki partur av Fólkaheilsustýrinum, sum fer at verða skipað í stigum. 

Arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið fer at verða gjørt í samstarvi við viðkomandi partar á økinum. Í gjár boðaði landsstýrismaðurin limunum í serfrøðingabólkinum, ið skal ráðgeva Heilsumálaráðnum, á fund. Í apríl fer Heilsumálaráðið at hava fundir við eina røð av øðrum viðkomandi pørtum um uppgávur og virksemi hjá Fólkaheilsustýrinum.

Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn 1. januar 2022.

Á myndini ovast eru: Kaj Leo Holm Johannesen, Turid Arge, Bjarni á Steig, Egil á Bø, Hjalti Gunnarstein, May-Britt Skoradal, Guðrið Andorsdóttir, Pál Weihe, Jan Simonsen, Hansa Sørensen, Birita Ludvíksdóttir og Katrin Gaard

Heilsumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder