Uttanlands

Skjótt sleppa øll aftur at ferðast til Ísrael

Í løtuni sleppa bert tey, sum eru koppsett fyri koronu at ferðast til Ísrael, men hetta kravið fer úr gildi 1. mars – Tó skulu ferðafólk framvegis lata seg PCR-kanna áðrenn fráferð og við komu til landið

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett sigur, at tíðin nú er komin at byrja at lata upp aftur (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett sigur, at tíðin nú er komin at byrja at lata upp aftur (Mynd: EPA)

2022-02-21 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni sleppa bert koppsett ferðafólk inn í Ísrael, men frá 1. mars sleppa øll aftur at ferðast til Ísrael, óansæð um tey eru koppsett fyri koronu ella ikki. Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum, Naftali Bennett.

Hóast koppseting ikki longur verður ein forðing, verður framvegis kravt, at øll lata seg PCR-kanna áðrenn fráferð og aftur við komu.

Ísrael lat landamørkini aftur í mars 2020, og síðani hevur landið spakuliga latið uppaftur, og er talið á ferðafólkum eisini økt hareftir. Kortini er talið framvegis væl lægri enn tað, sum var áðrenn koronu.

Í januar ferðaðust 46.000 ferðafólk til Ísrael. Í januar 2021 var talið bert 7.800, og hóast ferðafólkatalið er økt munandi síðani, er tað framvegis langt frá teimum 330.000, sum vitjaðu í januar 2020.

Naftali Bennett sigur, sambært Reuters, at tíðin er komin at lata upp aftur, men at tey framvegis fara at halda eyga við støðuni, og fara tey at reagera skjótt, um eitt nýtt koronufrábrigdi byrjar at gera um seg.

Les eisini: Nú sleppa koppsett ferðafólk til Avstralia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder