Fíggjarligur harðskapur er evnið á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. november, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið í Havn skipa fyri.
Her verður varpað ljós á, hvussu fíggjarligur harðskapur vísur seg, hvørjar lógarásetingar eru galdandi á økinum og hvussu fíggjar heimurin kann verða við til at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi, skrivar Almanna- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Á tiltakinum verða tríggjar framløgur at lýsa evnið:
- Ráðgevi úr Kvinnuhúsinum um
“Hvat er fíggjarligur harðskapur og hvussu ávirkan hann tann harðskapsrakta?”. - Mimi Steintórsdóttir, advokatur, fer at greiða frá
“Hvørjar eru galdandi lógarásetingar í sambandi við fíggjarligan harðskap? - Turið Arge, forstjóri í Føroya Banka hevur framløgu um
“Hvat ger fíggjarheimurin fyri at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi?”
Eftir ein steðg fer Óluva Zachariassen at hava samrøðu við eina føroyska kvinnu, um at liva í fíggjarligum harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara.
Síðani verður hildið fram við pallborði, við luttøku av Bjarna Kárasyni, landsstýrismaður í lógarmálum, Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í uttanríkis- og vinnumálum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður fyriskipað týsdagin 25. november
frá klokkan 13 til 16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald