placeholder
Innanlands

Skipa fyri ráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús

Íslendska forsætismálaráðið og Almannamálaráðið skipa fyri útnorðurráðstevnuni

Mynd: Almannamálaráðið

Mynd: Almannamálaráðið

2019-05-27 18:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týsdagin 11. juni og mikudagin 12. juni 2019 verður spennandi útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús í Havn.

Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum, boðar Almannamálaráðið frá á heimasíðuni.

Ráðstevnan er í tveimum. Fyrri dagurin er skipaður við einum Barbershop tiltaki: Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini. Seinni dagurin er ráðstevna, sum er skipað við framløgum og kjaki: Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús.

Ráðstevnan varpar millum annað ljós á góðar royndir og úrslit at føra ein miðvísan javnstøðupolitikk, hví tað er umráðandi at fáa menn virknar í hesum arbeiði og ágóðarnar av kynligari javnvág bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum. Eisini verður tosað um teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina.

Ráðstevnan er almenn, men neyðugt er at melda til: https://greengate.nemtilmeld.dk/2/

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna á www.barbershopconfernce.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder