Innanlands

Skipa fyri kravgongu á Vaglinum seinnapartin

"Vit krevja fólkaræði og føroyskar loysnir" er heitið á kravgongu á Vaglinum seinnapartin, sum mótmælir danskan radara á Sornfelli

(Savnsmynd: Pól Sundskarð, pol.fo)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð, pol.fo)

2021-07-21 07:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin klokkan 17 verður mótælt at danska stjórnin ætlar at seta ein lofteftirlitsradara upp á Sornfelli.

Røðarar til tiltakið verða Erling Mørkøre frá HUXA, Sámal Petur í Grund og Øssur Patursson.

Fyriskipararnir meta tað vera ein trupulleika, tá tað ikki er fólkavalda løgtingið, men landsstýrið sum ger av, um ein slíkur radari skal setast upp í Føroyum.

- Tískil verður ongin atkvøðugreiðsla um radaran í Løgtinginum, men landsstýrismaðyrin í Uttanríkismálum og løgmaður fara at taka avgerðina í felag.

- Vit halda, at radaramálið er so týdningarmikið, at vit krevja, at øll uppskot um ein lofteftirlitsradara í Føroyum skulu fáa tingviðgerð, og skal atkvøðugreiðslan vera í Løgtinginum. Ein so týdningarmikil avgerð kann ikki takast bara av einum landsstýrismanni, siga fyriskipararnir.

Í fólkatinginum er politisk avtala gjørd um at játta 1,5 milliard til hernaðarmál í arktiska økinum, sum Føroyar og Grønland eru partur av. Av hesum skulu eftir ætlan 390 milliónir setast av til radaran á Sornfelli.

- Hetta er ein spurningur um at varðveita tað føroyska fólkaræðið, og tá ið talan er um at lata uttanríkis- og trygdarpolitiskt vald frá sær, má tað sum minsta krav leggjast fyri okkara umboðandi Løgting at taka støðu til.

- Harnæst eru vit av tí greiðu fatan, at um ein lofteftirlitsradari skal setast upp í Føroyum, skal hann vera undir føroyskum ræði og mannast av føroyingum. Soleiðis fáa føroyingar ávirkan á menningina á økinum og valdið at troyta teir møguleikar, ið ein lofteftirlitsradari gevur, at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum og fáa í lag samstarv við okkara grannalond.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Øssur Patursson, Bjarni Kárason Petersen, Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin Ung og Sosialistisk Ung.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder